Steypakapping
Tá feløgini um vikuskiftið fara at fundast við FSF, er eitt av punktunum á dagsskránni leikdagar í 2001. Fyrst og fremst er tað sjálvsagt góðkenning av ætlaðu skránni fyri landskappingina, sum verður viðgjørd, men eisini skal finnast út av, hvussu spælast skal í kappingini um løgmanssteypið.
Millum ár og dag hava fleiri leikdagar verið royndir til finaludystin. Onkuntíð um heystið, onkuntíð beint eftir ólavsøku og nú í seinastuni sum punktum fyri fyrru kappingarhálvu.
Roynt var miðskeiðis í 80?unum at leggja finaludystin á ólavsøku, men tá settu havnarfeløgini og Tórshavnar Býráð seg ímóti, soleiðis at hetta varð av ongum ta ferðina.
Nú verður so ein nýggj roynd gjørd við hesum, og tað tykist meira sannlíkt, at royndin hesa ferð fer at eydnast.
Ikki avgjørt
Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, sigur við Sosialin, at enn er eingin endalig avgerð tikin, men at arbeitt verður fram ímóti, at finaludysturin skal spælast á ólavsøku í ár.
- Arbeiðið er enn ikki komið somikið langt, at nøkur støða verður tikin á fundinum við feløgini, men tey verða sjálvsagt kunnað á fundinum, sigur Torleif. Sjálvur roknar hann tó við, at ætlanin verður veruleiki, men vísir á, at tað enn eru nógvir smálutir, sum skulu fáast upp á pláss.
- Talan er um bæði ítróttalig og fíggjarlig viðurskifti, sum skulu fáast upp á pláss. Tað hevur jú verið soleiðis, at havnarfeløgini hava havt rætt til fíggjarliga ágóðan av ólavsøkudystinum, meðan FSF á hinari síðu hevur havt rætt til inntøkurnar frá fjórðings-, hálv- og finaludystunum.
- Tí er í fyrstu atløgu neyðugt, at Tórshavnar Býráð ógyldar gomlu samtyktina um, at havnarfeløgini eiga ólavsøkudystirnar. Í øðrum lagi skul vit í FSF so koma ásamt við Tórsvøll um tey viðurskifti, sum umfata finaludystin, og í triðja lagi verður so helst neyðugt við eini avtalu millum Tórsvøll og havnarfeløgini, sum jú missa ágóðan av ólavsøkudystinum, sigur Torleif.
Ítróttaliga virði
Ananrs eru tað helst fleiri, sum fegnast um, at finaludysturin skal spælast á ólavsøku.
Tað er jú eingin loyna, at tíðirnar í føroyskum fótbólti eru broyttar seinnu árini, og millum annað hevur hetta viðført eina devaluering av ólavsøkudystinum. Fyri bert fáum árum síðani var hetta ein av stóru dystunum á árinum fyri leikarar hjá havnarfeløgunum, men í dag stendur hesin ikki serliga ovarliga á dagsskránni. Altjóða uppgávurnar viga nógv meira í so máta, og tað hevur eisini víst seg, at tað gerst alt torførari at fáa lið til Havnar á ólavsøku. Í øllum førum um talan skal vera um lið í sterkastu uppstilling.
Spælararnir tykjast heldur ikki serliga áhugaðir í at spæla, og fleiri ferðir hevur verið funnist at, tá standurin á leikarunum ikki hevur verið hin besti, eftir eina kanska drúgva ólavsøkunátt.
Sum nevnt, so er eingin endalig støða tikin í málinum enn, men FSF formaðurin endar samrøðu okkara soleiðis:
- Talan verður allarhelst um eitt royndarár í ár, men tað er mín vón, at løgmaður, eftir at hava hildið ólavsøkurøðuna, kann spáka sær niðan á Tórsvøll, har hann fer at handa vinnaranum av finaludystinum løgmanssteypið.