Finalan er klokkan 14

Finalan ímóti Georgia er krúnan á verkinum hjá U19-kvinnunum, sum hava framt frálíkt avrik í Women’s Trophy-kappingini hesa vikuna.

Finalan í Women’s Trophy-kappingini, sum er í Tblisi í Georgia, verður spæld ímóti georgisku vertunum, so roknast kann við minst 3.500 larmandi áskoðarum í olympisku hondbóltshøllini.

Tað hevur gingið strúkandi hjá føroysku U19-kvinnunum í kappingini, tí fyrst vunnu tær allar tríggjar innleiðandi dystirnar í sínum bólki sannførandi, og í gjár var heldur eingin ivi, tá tær vunnu á Lettlandi í hálvfinaluni.

Stóra avbjóðingin verður so í dag, at tær ikki lata seg órógva av georgisku áskoðarafjøldini, ið uttan iva letur hoyra frá sær í ríkiligt mát, men heldur taka eina finalu í hesum kørmunum sum eina uppliving.

Dysturin byrjar klokkan 14, og umframt at tað á netinum ber til at fylgja honum beinleiðis á www.womenstrophy.ge, ber eisini til at lurta á Rás 2, har javnan verður fortalt frá, hvussu gongst.