Fimti brunnur tómur og hvat nú!

Sjónvarpið setir í kvøld klokkan 19.30 fokus á oljutilgongdina í Føroyum hesi seinastu 15 árini, frá tí at Atli Dam, táverandi løgmaður og Poul Schlüter, táverandi forsætisráðharri skrivaðu undir avtaluna um undirgrundina til dagin í dag, har tað eru boraðir fimm brunnar á landgrunninum – uttan at olja ella gass er funnið í rakstrarverdugum nøgdum. Tað eru teir báðir royndu journalistarnir John Sigurd Johannesen og Øssur Winthereig, sum standa fyri sendingini, sum varir í eina tíma.

Umframt at søguligar hendingar verða drignar fram so sum arbeiðið hjá Oljuráðleggingarnevndini at fáa oljulóggávu uppá pláss og lata fyrstu loyvini, verður gjørt status: hvar standa vit í dag. Tilsamans seks fólk vera við í sendingini, Sigurð í Jákupsstovu og Martin Heinesen frá Jarðfeingisumhvørvinum, Rúni Hansen, stjóri í Statoil og Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, Anita á Fríðriksmørk fyri Tjóðveldisflokkin og Krisjan Magnussen fyri Javnaðarflokkin.

Høvuðsyvirskriftin er ”Fimti brunnurin tómur og hvat nú!” Hvar er pínumarkið, hvussu nógvar turrar brunnar vilja oljufeløgini bora aftrat, áðrenn pakkað verður saman! Hvussu við bjartskygninum og vónbrotunum. Skulu vit aftur til at seta vónina til enn ein brunn, sum tó kanska aftur verður turrur. Ella skulu vit sláa kalt vatn í blóðið. Hvørja ávirkan hava skiftandi vónir og vónbrot á samfelagið sum heild, á búskapin, á húsaprísir osfr. Hetta eru nakrir av spurningunum, sum sjónvarpsfólkini taka upp í sendingini í kvøld.