Fimmtu ferð á bátatreff í Hvalvík

Aftrat bátastevnunum á Toftum, Vestmanna og Sundalagnum verður eisini árliga bátatreffið í Hvalvík.

Fyrsta vikuskiftið í mai verður árligi bátafestivalurin á Toftum, sum í ár verður hin tíggjundi í røðini. Hetta verður samstundis ársins fyrsta bátastevna. 

 

Í vikuni undan bátafestivalinum á Toftum, verður í ár skipað fyri fleiri ymiskum tiltøkum í Nes kommunu, og hetta hevur ikki verið gjørt áður í samband við festivalin.

 

Aftrat bátastevnunum, sum verða fyriskipaðar á Toftum, Vestmanna og í Sundalagnum, verður eisini árliga bátatreffið í Hvalvík leygardagin hin 31. mai.

 

Bátatreffið í Hvalvík verður hitt fimmta í røðini, og sum vanligt hevur verið hini árini møta bátarnir aftur í ár við Selatrað og sigla til Hvalvíkar undir vegleiðing frá bátinum Juvel, sum Heðin Zachariasen eigur.

 

Bátafylgið leggur at í bátahylinum í Hvalvík klokkan 15, har fólk taka ímóti. 

 
- Hetta er ikki nøkur stevna sum so, men hugni millum bátaeigarar og onnur í økinum kring Sundalagið, siga fyrireikararnir.