Veturin norðaliga í Russlandi er óvanliga heitur í løtuni, og hetta hevur m.a. við sær, at ísbjarnir nærkast býunum fyri at finna sær føði.
Tað sigur WWF, sambært donskum miðlum.
Í býnum Ryrkajpij, eru eini hállvthundrað ísbjarnir kring býin, sigst.
Ísurin er tunnur nærhendis, har ísbjarnirnar annars vanliga finna sær føði. Bjarnirnar eru rak, siga fólk á staðnum. Tær eru vanligar í økinum, men ikki so nær, og ikki í so stórum tali.,
Ísurin er ov tunnur til at bera ísbjarnirnar, sum annars finna sær føði, so sum kóp, á ísinum.
Vantandi føði hevur við sær, at ísbjarnirnar leita eftir føði, og her kunnu fólk teljast ímillum.