Fimm vilja vera landslækni

Fimm fólk hava søkt starvið sum landslækni í Føroyum, sambært Kringvarpinum, sum hevur spurt Styrelsen for Patientsikkerhed i Danmark, sum hevur lýst starvið leyst.

 

Høgni D. Joensen gavst sum landslækni fyri trimum árum síðani fyri aldur. Síðani hevur danin Henrik L. Hansen røkt starvið. Farna samgonga ætlaði at yvirtaka landslæknaembætið, men tað kom ongantíð so langt, áðrenn val bleiv útskrivað.

 

Hetta er aðru ferð, at søkt verður eftir landslækna í ár, fyrr ferð, í mars, komu ongar umsóknir, veit Kringvarp Føroya at siga. 

 

Setanarsamrøður vera fyrstu vikurnar í septembur og ætlanin er at seta starvið frá 1. novembur, sigur KVF.