Fimm løgtingslimir vóru fyri seinastu ferð á tingfundi í dag - sum tinglimir Løgtingið helt í dag sín seinasta fund í ár, og fundurin var samstundis tann seinasti í hesum valskeiðinum, tí val verður tann 19. januar.
Fimm tinglimir hava boðað frá, at tey stilla ikki uppaftur, so Lisbeth L. Petersen, Vilhelm Johannesen, Sverri Midjord, Henrik Old og Jógvan við Keldu vóru fyri seinastu ferð á tingfundi sum tinglimir.
Av teimum fimm er Vilhelm Johannesen tann, sum hevur verið drúgvastur innan tinggátt. Hann varð fyrstu ferð valdur í Løgtingið fyri 27 árum síðani, meðan Sverre Midjord er tann, sum fyrstu ferð kom á ting. Hann kom á ting sum varamaður fyri Atla P. Dam í 1975 - og var fyrstu ferð valdur í 1978 - og hevur verið fleiri ferðir úti síðani.