Tey fimm systkini eru:
- Heini, 34 ár, studentur í 2005, útbúgvin cand.merc frá Copenhagen Business school og arbeiðir sum HR-leiðari á Bakkafrosti
- Ása, 31 ár, studentur í 2009 og lesur námsfrøði á Fróðskaparsetri Føroya
- Marnar, 30 ár, studentur í 2009, útbúgvin lækni frá Københavns Universitet og er í løtuni phd-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya
- Silvia, 21 ár, studentur í 2017 og lesur medisin á Københavns Universitet
- Lilja, 19 ár, studentur í 2020 og er júst liðug á Miðnámi á Kambsdali
Til próvhandanina segði pápin, Súni Kristiansen, nøkur orð og takkaði vegna seg og konuna, Eyðgerð, skúlanum fyri allar fimm studentarnar. Súni endaði røðuna við hesum orðum:
”At enda fari eg at takka Miðnámi á Kambsdali fyri tað stóra ríkidømi, tit hava givið børnum okkara við at nema sær eina góða útbúgving. Trivnaðurin hevur verið góður á skúlanum, og tit hava dugað væl at givið okkum foreldrum pláss í tilgongdini – tað hava vit eisini verið sera takksom fyri. Takk fyri tíðina og øll tey bestu ynski fyri tykkara týdningarmikla arbeiði framyvir.”
##med2##
Seinni um kvøldið kundi Lilja hátíðarhalda studentsprógvið saman við familju og vinum – og hinum fýra systkjunum, sum eisini hava húgvu av Kambsdali, skrivar Miðnám á Kambsdali í tíðindaskrivi.