Tey fimm Sea Shepherd fólkini, sum vórðu handtikin í teimum báðum grindunum í gjár, eru enn í varðhaldi hjá løgregluni.
Fýra fólk vórðu tikin í grindini í Bø seinnapartin í gjár, og ein maður varð tikin í grindini í Sandagerði á midnátt.
Andras Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, sigur, at tey verða øll fimm skuldsett fyri at hava brotið nýggju grindalógina.
Men tey eru ikki liðug at kanna málið, so enn veit hann ikki, hvønn part av grindalógini, tey hava brotið. Støða er sostatt heldur ikki tikin til, nær tey skulu í rættin.
Maðurin, sum varð tikin í Sandagerði seint í gjárkvøldið, er ein 23 ára gamal maður úr Luxemburg.
Tey, sum vórðu tikin í Bø, er ein 44 ára gomul kvinna og ein 39 ára gomul kvinna, umframt tveir mans, 24 og 30 ára gamlir. Tey eru úr Belgia, av Korsika úr Suðurafrika og úr Italia.
Ein av teimum, sum varð tikin, var Rosie Kunneke úr Suðurafrika, sum stendur á odda fyri mótmælinum í Føroyum í summar, og sum sostatt hevur ábyrgdina av tí.
Sea Shepherd hevur ført fram, at ein av teirra fólkum tók upp á film, tá ið tey vórðu handtikin, men at løgreglan tók myndatólið frá teimum, og vildi ikki flýggja teimum tað aftur, fyrrenn myndirnar vórðu slettaðar.
Men hetta avsannar Andras Marr Poulsen. Hann sigur, at tað er í hvussu so er ikki løgreglan, sum hevur tikið myndirnar frá teimum. Kanska hevur onkur annar gjørt tað, men tað er so ikki løgreglan, sigur hann.









