Fimm russar á kasakstanska landsliðnum

Kasakstanska landsliðið telur fleiri mans av russiskum uppruna

Lars Olsen kom í eitt minni ódnarveður, tá hann á tíðindafundin í samband landsliðsúttøkuna herfyri segði, at allir leikararnir á kasakstanska landsliðnum, uttan tríggir, spældu í bestu russisku fótbóltsdeildini.

 

Hetta vísir seg ikki passa. Av teimum, sum spæla á kasakstanska landsliðnum er tað bara ein, sum ikki spælir í kasakstansku deildini, og hann spælir við Ignolstadt 04 í næstbestu deildini í Týsklandi. 

 

Lars Olsen hevur síðani viðgingið, at hann var mismæltur – og hetta hevur hann biðið um umbering fyri. Lars Olsen hevur síðani sagt við Sosialin, at tað hann meinti var, at landsliðið hjá Kasakstan spælir eins fótbólt og Russland, sum hann víðari vísur á er ein gamal partur av Sovjetsamveldinum.

 

Nú vísir tað seg, at landsliðsvenjarin ikki hevur verið heilt av leið, tí tað eru fimm leikarar á kasakstanska landsliðnum, eru upprunaliga úr Russlandi, og fýra av teimum hava spælt í russiskum feløgum. 

 

Málmaðurin á kasakstanska landsliðnum Andrei Gennadyevich er 35 ár og er føddur og uppvaksin í Moskva. Andrei spældi 29 dystir á næstbesta liðnum hjá Spartak Moskva.

 

Viktor Dmitrenko er verjuleikari og er føddur og uppvaksin í Russlandi. Hann hevur spælt tríggjar dystir fyri felagi FC Kuban Krasnodar. 

 

Marat Khairullin er frammrættaður miðvallari á kasakstanska landsliðnum. Hann hevur verið í felagnum Rubin Kazan, og hevur spælt 62 dystir á eykaliðnum. 

 

Valeri Korobkin er miðvallari á kasakstanska landsliðnum. Hann hevur spælt 144 dystir í næstbestu russisku deildini við triðmun ymsum liðum. 

 

Anatoli Bogdanov er føddur og uppvaksin í býnum St. Pætursborg. Hann hevur ongantíð spælt vaksnamannafótbólt í Russlandi. Í løtuni spælir hann við liðnum FC Tobol.