Avstralska Aelita Andre er fimm ára gomul, men er als ikki sum hini børnini í hennara aldri. Hon er tann yngsti professionelli málarin í heiminum, og hon hevur longu tjent umleið 1 millión uppá hennara myndir.
Mamma hennara, russiska Nikka Kalashnikova, hevur altíð vitað, at Aelita var okkurt øðrvísi, tá ið umræður litir og pappír.
Hon sigur, at lítil børn vanliga ikki tíma at mála meira enn tveir-tríggjar minuttir, men soleiðis er ikki við Aelita. Tá ið hon var yngri sat hon mangan og málaði í ein hálvan tíma, fyri síðani at fara frá myndini og koma aftur seinni at gera hana lidna.
Í dag hevur hon fingið sítt egna málara-rúm, har hon kann gera sínar abstraktu myndir, sum hon er vorðin so kend fyri. Í juni hevur hon eina stóra sýning í einum listasavni í New York.
Kritikarar hava tó sagt, at tey trúgva ikki, at foreldrini hjá gentuni ikki hava ein fingur við í leikinum, men hesum afturvísir mamman fyri Sky News.
- Hon er sín egin og hon elskar at mála. Tað er ikki nakað vit tvinga hana til, sigur hon.
Tað eru trý ár síðani, at Aelita endaði í miðlunum, tí hennara málningar vóru sýndir fram á einum viðurkendum listasavni, uttan at savni visti, at tað einans var ein 22 mánaðir gomul genta, sum stóð handan málningarnar.










