Fimm ára gomul genta gav vinunum heroin

Ein fimm ára gomul genta í niðurlendska býnum Hilversum hevði heroin við sær í skúla

Tann fimm ára gamla gentan hevði funnið tablettirnar í kamarinum hjá eldra bróðurinum, og hon gjørdi av at taka tað við sær í skúla. Men ein ansin lærari varnaðist, hvat var á vási, og tað eydnaðist honum at fáa fatur á "gávunum" hjá gentuni, áðrenn børnini fingu roynt tablettirnar. Hann fekk løgregluni tær, og har vísti tað seg, at talan var um heroin, kokain og ecstasy.
Løgreglan í Hilversum hevur nú tikið tríggjar brøður hjá gentuni og mammu teirra. Teir tríggir brøðurnir, sum eru 16, 19 of 21 ára gamlir, sita í varðhaldi, men mamman varð latin leys.
Løgreglan sigur, at tann elsti av brøðrunum hevði nógv rúsevni við hús.