Eldur
"Lítil neisti kann gera stóran eld", plaga vit at siga.
Hetta kunnu tveir ólukkuligir smádreingir í Fuglafirði, 9 og 11 ára gamlir, ásanna.
Seinnapartin mánadagin vóru teir í einum neysti, tætt við gamla Timburhandilin í Fuglafirði. Í neystinum var hoyggj, og har stóðu eisini 5 ær.
Eldur í?
Um gott 17-tíðina mánadagin kom eldur í neystið, og hóast sløkkiliðið í Fuglafirði, sum annars er væl útgjørt, kom á staðið, stóð neystið ikki til at bjarga.
Umleið ein tíma eftir, at eldurin varð fráboðaður Alarmsentralinum, var neystið brent í grund.
Í neystinum var hoygg, og har stóðu eisini 5 ær, sum brendu inni.
Kanningarnar hjá løgregluni hava staðfest, at smádreingirnir, sum vóru í neystinum hendan seinnapartin, hava spælt við eld.
Lærupeningur
Sýslumaðurin í Eysturoy, Kristian Martin Joensen, heldur tað ikki vera hugsandi, at dreingirnir høvdu ætlanir um at seta eld á neystið.
- Teir hava spælt við eld. Eldur er komin í hoyggið, og síðan hevur hann breitt seg.
Hann heldur ikki, at smádreingirnir droymdu um tær avleiðingar, sum hetta kundi fáa.
- Dreingirnir eru avhoyrdir saman við foreldrum og barnavernd, men avhoyringarnar eru ikki lidnar.
Sýslumaðurin vísir á, at hetta er eitt talandi dømi um avleiðingarnar, ið kunnu standast av, at børn spæla við eld.
- Ein keðiligur lærupeningur, leggur Kristian Martin Joensen aftrat.