Vinnuskráin øktist við tveimum feløgum í farnu viku, tá fimm feløg vóru stovnað, meðan trý feløg vóru strikað. Fleiri nýggir og áhugaverdir roknskapir síggjast í skipanini, skrivar Business Line.
Nýggju partafeløgini eru sp/f SIG hjá Ragnari Joensen, ið skal fáast við aling, ÍVF Debus Bech hjá Debusi Bech, sum skal reka virksemi innan handverk og handil, ÍVF Skúlahjálpin hjá Tóri av Skarði og Sveinuri Heinason Rasmussen, sum skal reka virksemi við undirvísing, ÍVF Droym hjá Pæturi Eyðunsson Jensen, sum skal fáast við hugskotsmenning, og ÍVF HGH Vask hjá Helgu Arnfríðsdóttir Jacobsen, Gunnhild Debes og Heiðvík Nikolinu Hammer, sum skal fáast við reingerð.
Umframt nýggju partafeløgini eru eisini fleiri nevndarbroytingar skrásettar. Broytingarnar eru at síggja her.










