Fimm minuttir til Jóan Símun í OB-sigri

Liðið av Fjóni er bert tvey stig frá bronsuplássinum í superliguni nú

Jóan Símun Edmundsson kom inn á vøllin, tá fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, tá hann og liðfelagarnir í OB vunnu 2-0 á Hobro á útivølli. Jóan Símun Edmundsson kom á vøllin fyri Anders K. Jacobsen. 

 

Í steðginum var javnleikur 0-0, men í seinna hálvleiki setti OB tingini uppá pláss við tveimum málum, sum Anders K. Jacobsen og Rasmus Falk Jensen skutu.

 

Liðið av Fjóni liggur nú einum sætta plássi í donsku superliguni við 34 stigum, bert eitt stig aftanfyri Brøndby og FC Midtjylland, sum hava 35 stig hvør, og tvey stig aftanfyri AaB og Sønderjyske, sum hava 36 stig hvør. FC Keypmannahavn er greitt oddalið í superliguni við 45 stigum. 

 

Næstu dystur hjá OB er á heimavølli ímóti Randers FC, sunnudagin 3. apríl. Næsta uppgávan hjá Jóan Símuni Edmundssyni er at spæla venjingardyst við Føroyum ímóti Liktinstein í Marbella í Spania, annað páskakvøld.