Fimm minuttir til Hendriksson

Brandur H. Olsen kom í kvøld inn fyri FCK í 3-0 sigrinum á Randers í Superliguni

Brandur Hendriksson Olsen bleiv í dag skiftur inn í 3-0 sigrinum hjá FCK á Randers í Superliguni.

 

Tað hevur ikki verið eins nógv spælitíð til føroyska landsliðsspælaran hetta kappingarárið, sum í farna kappingarári. Felagið hevur keypt inn á miðvøllin, meðan møguligar sølur ikki eru gjøgnumførdar.

 

Benjamin Verbic, Youssef Toutouh og Andreas Cornelius skoraðu málini fyri FCK. Við sigrinum yvirhálar FCK mótstøðuliðið Randers, og liggur nú á øðrum plássi.

 

Brandur kom á vøllin fyri Nicolai Jørgensen, tá 84 minuttir vóru spældir. Komandi dystur hjá FCK er sunnudagin móti Hobro í Parkini.