Fimm mans fara at umboða Føroyar í fjallasúkklingini á oyggjaleikunum á Bermuda. Teir eru Helgi Winther Olsen, Bogi Kristiansen, Jógvan Højgaard, Sigmund Olsson og Høgni R. Øster. Fjallasúkklararnir skulu kappast í tveimum teinum. Tann eini nevnist ”Criterium” á enskum. Talan er um eina 50 minuttir kapping, har kappast verður á einum avmarkaðum øki, har ein kemur oftani runt á teininum. Hendan kappingin gerst ofta intens, greiðir Høgni R. Øster frá. Hin teinurin er ein teinur, sum stendur til at verða millum 100 og 110 minuttir. Tá er talan um eitt størri øki, sum kappast verður á, og um eina kapping, sum er minni teknisk, enn kappingin á tí styttra teininum.
Frægast vónir um Helga
Spurdir hvør er frægasta vónin hjá Føroyum í fjallasúkklingini, er Høgni R. Øster ivaleysur, og staðfestir, at tað er Helgi Winther Olsen. Helgi Winther Olsen hevur tikið lut í danmarksmeistaraskapinum í vikuskiftinum, og hevur fingið eina góða endastøðu. Tó heldur Høgni, at vónirnar til Sigmund Olsson til ta stuttu kappingina, ikki eru heilt sørar. – Kanska Sigmund á einum góðum degi kann gera ein vørr, sigur ein vónríkur Høgni. Ein liðkapping verður eisini tann dagin, tá kappast verður á tí longra teininum, og har heldur Høgni, at vónirnar eru ikki heilt sørar fyri einum góðum úrsliti. – Har verða sterk lið at kappast ímóti, men vit fara so at gera okkara besta, staðfestir Høgni.
Hevur ikki vant í svimjihøllini
Høgni hevur ikki gjørt, sum súkklulandsliðið hjá Gunnari Dahl Olsen, sum hevur vant á kondisúkklum í svimjihøllini í Havn, fyri at kunna súkkla í høgum inni-temperaturi. Frimilin hjá fjallasúkklarunum hevur heldur verið at súkkla í hálvum vetrarklæðum. Fjallasúkklararnir hava heldur valt at priortera at hava fleiri tekniskar venjingar uttandura. Høgni var sjálvur við á Rhodos í 2007, og sjálvur var hann ikki darvaður av hitanum tá. Høgni vil heldur sleppa til eitt land við heitum veðurlagi at kappast, enn at fara til eitt land við køldum veðurlagi at kappast. So er at vóna, at føroysku fjallasúkklararnir verða kaldir í teimum avgerandi løtunum.










