Fimm línuskip í íslendskum sjógvi

Streymurin verður harður, men veðrið verður gott í vikuni sum kemur.

Eitt ella tvey línuskip koma væntandi inn at landa týsdagin. Skipini hava mest av longu og brosmu.

 

- Seinni í vikuni kemur eitt línuskip undan Íslandi og tvey - møguliga trý - undan Føroyum. Skipini hava mest av toski, longu, brosmu og svartkalva.

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at eitt línuskip er í grønlendskum sjógvi og fiskar tosk. Hetta skipið kemur møguliga inn at landa seinast í vikuni sum kemur.

 

Í løtuni eru fimm føroysk línuskip í íslendskum sjógvi, og fýra av teimum koma neyva inn at landa fyrr enn í aðru vikur.

 

- Streymurin verður harður, men veðrið verður gott. Vit vænta tí, at nakað verður av útróðrarfiski í vikuni sum kemur, sigur Fiskamarknaður Føroya.