Fimm lærarar til 21 børn

Fyrimunirnir eru nógv fleiri enn vansarnir við at ganga í einum lítlum skúla. Tey læra hvør av øðrum, og tann sosiala tørvin fáa tey nøktaðan gjøgnum ítróttin. – At koyra 26 næmingar í ein flokk er ræðuligt, sigur lærarinna í Haldórsvík

Eingin ivi býr í lærarinnunum í Haldórsvíkar skúla, um hvat er betri fyri barnið.

- Tað er ein nýggj verð at fara í skúla, og at koyra 26 næmingar í ein flokk er ræðuligt. Soleiðs sigur Sigrid Vang, lærarinna í Haldórsvík. Saman við hinum lærarinnunum í skúlanum heldur hon, at fyrimunirnir við smáum skúlum eru størri enn vansarnir.

Í Haldórsvíkar skúla ganga 15 børn av Langasandi, úr Haldórsvík og av Norðskála, umframt at tey samstarva um ymisk fak við skúlan í grannabygdini Tjørnuvík, har seks næmingar ganga.

Fýra lærarinnur eru í skúlanum, og ein lærari er í Tjørnuvík. Tilsamans eru tey sostatt fimm lærarar um tey 21 børnini.

Haldórsvíkar skúli er í einum umbygdum sethúsum við tveimum skúlastovum, teldurúmi, køki og einum lítlum bókarúmi. Afturat tí verður gamli skúlabygningurin nýttur til handverksfak.


Fyrimunir fyri barnið

Sambært lærarinnunum í Haldórsvíkar skúla, sum vit hava tosað við, eru fyrimunirnir við einum lítlum skúla fleiri.

- Skiftið frá barnagarði, har tað er ein námsfrøðingur um fimm børn, til skúla, har tey eru nógv fleiri um ein lærarar, er sera stórt fyri barnið. Fyri tey smáu børnini er ein fyrimunur við lítlum skúla, at tú hevur tíð til at síggja problemini, og vera á staðnum beinanvegin, sigur Sigrid Vang.


Læra hvør av øðrum

Í lítlum skúlum verður vanliga undirvíst á fleiri floksstigum samstundis í sama faki. Sigrid Vang, Marita Poulsen og Hervør Ellingsgaard eru samdar um, at tað er sera krevjandi at hava tveir ella tríggjar árgangir í einum.

- Næmingar variera so ótrúliga nógv. Men tá tú hevur fleiri árgangir í einum, kunnu tey børnini, sum eru frammanfyri, læra nakað tá tú undirvísir árganginum yvir. Teir næmingar, sum eru aftanfyri, kunnu eisini læra nakað, tá tú undirvísir arganginum undir, og soleiðs kunnu árgangirnir brúka hvønn annan, siga tær.

Í einum lítlum skúla stendur navnið á læraranum eisini á hvørjum einstøkum faki. Tað setur eitt ávíst trýst á læraran, at foreldrini vita hvør hevur »skyldina«, dugir teirra barn ikki at rokna ella skriva.

- Men tað ger hinvegin eisini at lærarin má hevja støðið eitt sindur. Í stórum skúlum er tað nemt at goyma seg aftanfyri fjøldina av lærarum, men her stendur títt egna navn skrivað á einstaka fakinum, sigur Sigrid Vang.


Sparra um FirstClass

Tá skúlin er lítil og lærararnir fáir, kundi ein hugsa sær at fakliga umhvørvið var manglandi. Sambært lærarinnunum er tað tó ikki ein trupulleiki.

- Sparring er eingin trupulleiki. Vit kunnu brúka FirstClass til at sparra við aðrar lærarar kring landið, tí sambandið er so gott sum ongantíð. Harafturat er samstarvið millum skúlarnar í økinum gott, og vit síggja nógv til hvønn annan, greiðir Sigrid Vang frá.


Ítrótturin gevur tað sosiala

Tá næmingarnir gerast eldri, verða teir eisini meira tilvitaðir um sosialu samveruna, og tá fáa teir eisini meira brúk fyri at vera saman við javnaldrum. Men sambært lærarinnunum kemur tað sosiala gjøgnum ítróttin.

- Tey ferðast aftur og fram eftir skúlatíð til øll ítróttartilboðini í økinum, serliga til fótbólt, judo, flogbólt og so framvegis, og soleiðs fáa tey nøktað tann sosiala tørvin, vísir Marita Poulsen á.

Samanumtikið halda tær als ikki at tað eru serliga nógvir vansar við smáu bygdaskúlunum.

- Lærarayrkið er krevjandi, óansæð um tú hevur nógvar ella fáar næmingar, tí tú er á alla tíðina. Vit halda tað er deiligt at vera her, og halda als ikki at næmingarnir missa tað stóra við at ganga í einum skúla sum hesum, siga tær sum við ein munn, tá eg og myndamaðurin eru á veg út gjøgnum dyrnar, og næsti tími skal byrja.