Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey fimm ísfiskalínuskip í næstu viku. Tvey av hesum fiska í íslendskum sjógvi, og hini trý fiska í føroyskum sjógvi. Skipini hava eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
- Tvey ísfiskalínuskip eru nýliga byrjaði túr í íslendskum sjógvi og koma tí neyvan inn at landa í næstu viku. Onkur línuskip liggja við bryggju og fara væntandi út aftur í næstum.
Streymurin verður harður í næstu viku, men batnar, sum vikan gongur. Veðrið verður neyvan nakað serligt fyrst í næstu viku, men batnar út á vikuna, og tá verður væntandi nakað av útróðri.