Fimm klipp og tvær ferðir rúsdrekkakoyring

Løgreglan gjørdi um vikuskiftið ferðmátingari Havn og í Kollafirði, og í alt vórðu fimm klipp skrásett. Afturat tí vórðu tveir tiknir fyri rúsdrekkakoyring og ein bilur varð stolin í Havn

Fríggjadagin gjørdi løgreglan ferðmátingar í Kollfjarðatunnilinum, og vísti tað seg at ferðin var ov høg í fleiri førum. Tríggir bilar vórðu steðgaðir í Kollfjarðatunnilinum, har klipp varð givið. Tann fyrsti koyrdi 109 km/t, tann næsti koyrdi 114 km/t, meðan tann seinasti varð máldur at koyra 105 km/t. Hesir fáa allir eitt klipp í koyrikortið fyri brotið.

Eitt klipp varð eisini givið í Kollafirði, millum Statoil í Kollfjarðadalinum og rundkoyringina. Tann bilurin varð máldur at koyra 104 km/t, og tað viðførir so eisini eitt klipp í koyrikortið hjá føraranum.

Leygardagin varð ein tikin fyri at koyra 75 km/t í bygdum øki, vestanfyri Dalavegin í Havn. Hesin kann so eisini vænta sær eina heilsan frá fútanum fyri brot á ferðslulógina.


Tveir tiknir fyri rúsdrekkakoyring

Leygarnáttina, klokkan 03.45, steðgaði løgreglan einum bili í Sigmundargøtu í Havn. Tað vísti seg at førarin var ávirkaður av rúsdrekka, og tískil ikki var førur fyri at koyra bil.

Leygardagin, klokkan 17, varð eisini ein bilur steðgaður í Havn, har tað eisini vísti seg at vera ein førari, ið var ávirkaður av rúsdrekka.

Hesir kunnu báðir vænta sær eina heilsan frá fútanum í nærmastu framtíð.


Søknast eftir bili og førara

Leygardagin fekk løgreglan eina fráboðan um eitt lítið ferðsluóhapp í Doktor Dahlsgøtu, har ein bilur var stungin av. Tað vísti seg tó at tann bilurin, ið hevði rent á tveir aðrar bilar, varð stolin í Sigmundargøtu, og hann varð funnin aftur aftanfyri gomlu Vónina.

Talan er um ein hvítan vørubil av slagnum Opel Movana, og løgreglan søknast eftir føraranum av bilinum. Tí kunnu fólk, ið møguliga hava sæð okkurt í samband við hendingina, venda sær til løgregluna.

Í gjár klokkan 10.33 fekk løgreglan eisini eina fráboðan um eitt lítið ferðsluóhapp í Tjarnarlág 1, har ein bilur hevði rent á ein betonggarð, og var farin av staðnum. Løgreglan fann eitt blinkljós á staðnum, og tað er staðfest at talan er um ein eldri bil av slagnum Toyota. Løgreglan leitar eftir bilinum, og tey, ið møguliga hava upplýsingar um hendingina ella bilin, kunnu venda sær til løgregluna.