Fimleikur
Fimleikur er ein av kappingargreinunum, sum Føroyar vanliga hava staðið seg væl í á oyggjaleikum. Á Rhodos var fimleikurin tó ikki millum greinarnar, sum kappast varð í, og tí hava ymsu fimleikasambondini gjørt av at halda serstakar fimleikaoyggjaleikir. Nakað sum eisini varð gjørt í 1999, tá fimleikur heldur ikki var á skránni.
Kappingin verður hildin á Man, har føroyskir fimleikarar upplivdu satt gullregn fyri seks árum síðani. Og tó at ikki alt er gull, sum glitrar, so gjørdist talan um hópin av heiðursmerkjum fyrsta dagin.
Silvur til kvinnurnar
Fyrsta kappingin var liðkappingin hjá kvinnum, og her vóru føroysku vónirnar góðar. Bermuda hevur verið rættiliga sterkt á seinastu tveimum oyggjaleikunum, men bæði Isle of Man og Føroyar porógvaðu avgjørt, at gullið ikki skuldi fara fyri einki.
Tað gjørdist tó Bermuda, sum streyk avstað við sigrinum, men munurin var tó ikki stórur. Caribisku genturnar fingu samanlagt 101,018 stig framman fyri Isle of Man við 100,584 stigum og Føroyar, sum vunnu 100,135 stig.
Tær, sum mannaðu føroyska liðið, vóru Kristine Toftegaard, Elinborg T. Durhuus, Brim H. Hoydal, Sonja Joensen, Silja Højgaard og Anita Knudsen.
Gull til Gutta
Seinni á degnum var einstaklingakappingin hjá monnum á skránni. Besta føroyska hálið her gjørdi Gutti Harryson, sum vann gull, tá kappast varð í ringunum.
Og eisini gjørdist talan um onnur heiðursmerki. Rósing Dam vann silvur í kappingini á gólvinum, og í lopi vunnu Føroyar bæði silvur og bronsu. Øssur D. Eiriksfoss vann silvur og Fróði Mortensen bronsu.










