Fimm handtikin í Svøríki: Illtonkt fyri yvirgangsætlanir

Talan er um eitt yvirgangsmál av fleiri, sum løgreglan í Svøríki kanna eftir koranbrenningarnar hjá Rasmus Paludan.

 

Tað er í kjalarvørrinum av tiltøkunum hjá Rasmus Palundan at brenna koranir – fyri at fáa ilt í muslima – at ætlanir eru um yvirgang í Svøríki Mynd: Ólafur Steinar Rye Gestsson/Ritzau Scanpix

Fimm fólk, sum eru undir mistanka fyri at hava fyrireikað yvirgangsálop, eru í dag handtikin í Svøríki.

Tað upplýsir svenska fregnartænastan, Säpo, í tíðindaskriv.

Málið er eitt av fleiri, sum løgreglan í Svøríki kanna í kjalarvørrinum av koran brenningunum í januar.

Tað sigur Susanne Trehörning, sum er varastjóri í deildini hjá Säpo fyri stríðið ímóti yvirgangi.

Tað var dansk-svenski Rasmus Palundan, sum í januar brendi eina koran framman fyri sendistovuna hjá Turkalandi í Stókkhólmi.

– Hetta málið er eitt av fleiri, sum Trygdarløgreglan (Säpo, red.) hevur arbeitt við eftir mótmælini, sum vóru vend ímóti Svøríki í sambandi við nógv umrøddu kronubrenningina í januar, og har tað vóru altjóða áheitanir um álop, sigur Susanne Trehörning í boðunum.

/ritzau/

 

 

Tað er í kjalarvørrinum av tiltøkunum hjá Rasmus Palundan at brenna koranir – fyri at fáa ilt í muslima – at ætlanir eru um yvirgang í Svøríki Mynd: Ólafur Steinar Rye Gestsson/Ritzau Scanpix