Vakthavandi á løgreglustøðini í Runavíkur er stak væl nøgdur eftir eystanstavnuna, sum var um vikuskiftið. Óvanliga nógv fólk vóru í Runavík leygarkvøldið, men kortini fór alt friðarliga fram. Dagurin
byrjaði annars í oysandi regni, men um tveytíðina sleit í. Vakra veðrið helt sær alla náttina. Leygarkvøldið varð ein bilførari handtikin fyri rúsdrekkakoyring og løgreglan vakti nøkur fólk, sum vóru fallin av á gøtuni.
Sambært løgregluna hildu fólk sær á gleimi til klokkan var farin av sjey sunnumorgun. Seinnapartin sunnudag var ein bilførari afturat tikin fyri rúsdrekkakoyring og um kvøldið gistu trý fólk á støðini, tí tey vóru ov full at liggja undir opnum himli.
Løgreglan hevði ongar trupulleikar av teimum fimm fólkunum, ið vóru handtikin. Handtøkurnar og avgreiðslan av málunum millum løgreglu og borgarar fóru fram uttan stórvegis hóvasták, verður sagt av støðini í Runavík.;la við B71.
Vágamenn høvdu havt hópin fleiri stig, um dystirnir bara vóru í ein tíma. Teir eru framvegis illa staddir, men tað tykist framvegis at vera møguleiki fyri, at teir kunnu fáa stig móti øllum. Lykladysturin hjá teimum verður 27. august, tá teir fáa sumbingar á vitjan.m avgjørt ikki stuðlar upp undir okkara eyðkenni sum ein stolt tjóð.
Og ynskið um at nú skal ein triði partur vera við til næsta samráðingar undirbyggir bert tann veruleika, at her er veruliga komið vátt í reiðrið millum partarnar. Tað fær ein at hugsa um friðavarðveitandi herlið hjá ST, sum starvast úti í heimi, har kúlur og kanónir er partur av gerandisdegnum, og har fólkið verður dagliga hótt eftir lívinum, og har liviumstøðurnar eru undir øllum lágmørkum. Men soleiðis er ikki støðan her. Vælsignaðir menn stingið fingurin í jørðina. Hava vit eitt danskt yvirvald, um berjir okkara vilja niður? Liva vit dagliga við einari danskari hóttan yvir høvdinum?
Løgmaður plagar ar siga, at vit skulu seta tokið á sporið aftur. Spor og tok er nú ikki serliga føroyskt, so fyri at brúka eina føroyska mynd, so draga vit ikki bátin oman gjøgnum urðargrót, men vit draga hann eftir lunnum, sum syrgja fyri, at hann kemur á sjógv í heilum líki.
Landsstýrið megnaði ikki at flota bátin, men vit eru aðrir sum kunnu leggja teimum lag á.
Takk fyri
Jóannes Eidesgaard










