Tórshavnar býráð hevur býtt umhvørvisstuðulin á 250.000 krónur út til fimm umsøkjarar, sum fingu frá 5.000 krónum upp til 102.000 krónur. Snjósniglar og annað smákykt er verkætlan hjá Føroya Sjósavni, sum frá kommununi fær 93.000 krónur, ið Bjørki Geyti tók ímóti.
Strok fekk 10.000 krónur til at gera eitt videolag av »Lort í býin«, og tað var Beinta Johannesen, ið tók móti stuðlinum.
Forlagið Hellurnar við Poulu Eidesgaard fekk 40.000 krónur til ein faldara um skiljing av ruski í barnagørðum og vøggustovum.
William Simonsen (myndin) fekk størsta stuðulin, 102.000 krónur til verkætlanina Náttúran í Nólsoy.
Hans Fróði Jensen og Jóannes E. Árting frá Argja skúla fingu 5.000 krónur til verkætlanina Sólorku kappkoyring á Argja skúla.