Tað eru tær fimm: Mikkalina Norðberg, Jórunn Dánialsdóttir, Lív Dam, Erla Matras Jensen og Durita Dam, ið hava handilin, sum verður opin opin í jólamánaðinum.
Handilin selur listahandverk hjá teimum fimm, sum gera lutir úr leiri, tekstil, glasi, málningar, eins og smúkkur og mangt annað. Tær fimm siga, at talan er um ein handil við øðrvísi jólagávum. Alt er hondgjørt. Sjálvar nevna tær tað hjartagávur. Spurdar um navnið á handlinum siga tær, at hetta er ein øðrvísi handil, hví so ikki eisini hava eitt øðrvísi navn.
Opið er: mándag til fríggjadag frá kl. 10-17.30 og leygardag frá kl. 10-14. Í jólavikuni verður opið frá kl. 10-20. Handilin verður opin til og við mikudagin 23. desember.










