Fimm føroyingar frískir afturat

Fimm føroyingar afturat eru staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna

Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi.

Í løtuni eru í alt 38 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna.

Tvey fólk eru framvegis innløgd á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.