Fimm fólk skotin í Grønlandi

Løgreglan í Grønlandi hevur fingið fráboðan um, at trý fólk eru deyð av skotum í einari bygd nærhendis Upernavik. Harafturat eru tvey fólk særd av skotum.

Kunningarstjórin hjá grønlendsku løgregluni, Claus Risbjerg, sigur við fjølmiðlarnar, at fyrrapartin vendi ein maður sær til løgregluna sog boðaði frá, at hann hevði funnið trý fólk, sum vóru deyð av skotum, inni í einum húsum í bygdini Nutaarmiut. Harafturat fann hann tvey onnur, sum vóru illa særd.

Eingin løgregla er á staðnum, og tí eru fólk send til Nutaarmiut við tyrlu, skrivar Ritzau.