Fimm fólk í Noregi deyð av svínakrími

Eftir at hava verið innlagdur á norska ríkissjúkrahúsinum í ein mánaða, doyði ein maður í tjúgunum fríggjadagin av H1N1-virusi ella svínakrími. - Maðurin, sum er úr Oppland í Noregi, hevur verið innlagdur síðan tíðliga í september. Hann doyði fríggjadagin, upplýsti kunningarleiðarin á ríkissjúkrahúsinum, Selva Kosiander, fyri heimasíðuni hjá Oppland Arbeiderblad.

Sambært heimasíðuni er ungi maðurin helst vorðin smittaður í útlandinum.

Hann er hin fimti í Noregi, sum er deyður av svínakrími.

Aftrat hesum hevur eitt ferðamannaskip verið í norskari havn við einum suðurevropeara, sum eisini var deyður av H1N1.

Tað er norska tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi.