Eitt flogfar hjá Japan Airlines í ljósum loga í Haneda-flogvøllilnum í Tokyo. - Foto: Issei Kato/Reuters

Fimm doyðu í samanstoyti millum flogfør í Japan

Fimm persónar frá japonsku sjóverjuni eru staðfest deyð eftir samanstoyt millum flogfør, upplýsir løgreglan sambært MHK

 

Eitt flogfar hjá Japan Airlines í ljósum loga í Haneda-flogvøllilnum í Tokyo. - Foto: Issei Kato/Reuters

Bæði ferðafólk og manning vórðu bjargað úr brennandi flogfari hjá Japan Airlines í Haneda-floghavnini í japanska høvuðsstaðnum, Tokyo.

Tað upplýsir Japan Airlines sambært japonsku public service støðini NHK.

Tilsamans 379 fólk vórðu bjargað úr flogfarinum.

Myndir frá NHK vísa logar, sum koma úr flogfarinum, meðan tað stendur á flogvøllinum. Sløkkiliðisfólk síggjast royna at sløkkja eldin.

Nippon TV sigur, at tað var ein møguligur samanstoytur millum eitt flogfar hjá japonsku sjóverjuni, sum er orsøkin til eldin.

Fimm av seks persónum úr flogfarinum hjá sjóverjuni eru staðfestir deyðir eftir samanstoytin, upplýsir løgreglan sambært NHK.

Ein svensk familja var umborð á Japan Airlines-flogfarinum. Við Aftonbladet sigur 17 ára gamli Anton Deibe, sum ferðast saman við mammu, pápa og systur, at kabinan »brádliga fyltist við royki«, meðan øll róptu á japonskum.

– Tað vóru eini tveir minuttir, har øll kabinan var full av royki. Vit tveittu okkum á gólið. So vórðu neyðdyrnar latnar upp, og vit tveittu okkum út gjøgnum tær, sigur Deibe við Aftonbladet.

Eisini flogfarið hjá sjóverjuni stóð í ljósum loga, upplýsir sløkkiliðið í Tokyo.

Japan Airlines-flogfari f´r frá Shin-Chitose-flogvøllinum á hálvoynni Hokkaido.

Haneda-flogvøllurin er mest brúkti flogvøllurin í Japan.

Allar start- og lendingarbreytir á flogvøllinum eru stongdir eftir eldin, sigurin talspersónur fyri flogvøllin sambært Reuters.

Yvir 70 sløkkiliðsbilar vóru við til átakið at sløkkja eldin, upplýsir NHK.

Sambært tíðindastovuni AFP hevur Japan ikki havt álvarsamar flogvanlukkurin við handilsligum flogførum í nógv ár.

Tann ringasta vanlukkan við einum Japan Airlines-flogfari var í 1985. Tað datt niður á veg úr Tokyo til Osaka. Øll 520 fólkini umborð doyðu í teirri vanlukkuni.

/ritzau/

 

 

Eitt flogfar hjá Japan Airlines í ljósum loga í Haneda-flogvøllilnum í Tokyo. - Foto: Issei Kato/Reuters