Fimm danskir hermenn særdir í Afghanistan

Fimm danskir hermenn vórðu særdir í tveimum tveimum spreingingum í Afghanistan í morgun. Danska herleiðslan sigur, at menninir eru ikki í lívsvanda. Teir donsku hermenninir vóru á eftirlitsferð, tá tveir teirra fingu skaða av einari spreinging. Tá hermenninir vóru á veg til sjúkrahúsið, var aftur ein spreinging, sum særdi tríggjar hermenn afturat.

Teir fimm særdu hermenninir eru nú í donsku hermannaleguni Camp Bastion.