Í gjárkvøldið gjørdi løgreglan ferðslukanningar ymsastaðni í meginøkinum og úrsliftið varð, at fimm bilførarar fingu bæði bót og klipp í koyrikortið. Tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman á Kaldbaksvegnum, men harumframt fekk ein bilførari eisini klipp í koyrikortið fyri at yvirhála. Men tá ið hann yvirhálaði koyrdi hann yvirum hindrunarstriku mitt eftir vegnum og tað kostar eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót upp á 1500 krónur.
Løgreglan sigur, at harumframt fekk eisini ein bilførari klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt í Vágum.











