Fimm ára gamli sum datt í brunn í Marokko er deyður

Tann fimm ára gamli drongurin, sum datt í ein 32 metrar djúpan brunn í Marokko, doyði áðrenn bjargingarliðið fekk hann uppaftur

 

Bjargingarfólk í Marokko bera tann fimm ára gamla Rayan, sum hevði sitið fastur í einum brunni í fimm dagar, út í ein sjúkrabil í gjár eftir stóru bjargingarroyndina. - Foto: Stringer/Reuters

Tann fimm ára gamli drongurin, sum í dag var fingin upp úr einum brunni í Marokko, er deyður.

Tað upplýsir landsins kongshús fyri miðlum í Marokko.

Kong Mohammad hevur sent samkensluskriv til familjuna, stendur í boðunum.

Bjargingarlið megnaðu í dag at grava seg fam til dreingin, sum datt niður í 32 metra djúpa brunnin týsdagin.

Drongurin, sum eitur Rayan, hevur verið gyrdur í hesum 32 metra djúpa brunninum, síðani han datt í hann týsdagin. Vatn og ilt varð sent niður til hansra, men sjálv bjargingarroyndin hevur verið sera trupul.

 

##med2##

Holið í brunninum var ov trongt til at fáa hann upp í gjøgnum, og bjargingarfólkini mettu, at tað ov váðið at royna at víðka holið.

Tí hava tey seinastu dagarnar grivið í lendið við síðuna av brunninum. Haðani varð so borða vatnrætt inn til holið, har drongurin var.

Mamma Rayan hevur sagt, at sonurin hevði spælt nærindis brunnin, tá hann brádliga hvarv týsdagin seinnapartin.

Bjargingaræltalnin hevur vakt stóran ans í Marokko. Fleiri túsund fólk vóru komin til økið fyri at fylgja gongdini.

Eisini altjóða miðlar hava seinastu dagarnar fylgt bjargingararbeiðinum og lagnuni hjá dreinginum.

/ritzau/

 

Bjargingarfólk í Marokko bera tann fimm ára gamla Rayan, sum hevði sitið fastur í einum brunni í fimm dagar, út í ein sjúkrabil í gjár eftir stóru bjargingarroyndina. - Foto: Stringer/Reuters