Fimleikur á tennisplenuni í 1959

Færøernes Mellem- og Realskole:

Nú nærkast tíðin, tá framsýningin av millum- og realskúlanæmingum hjá Jórunn Dánjalsdóttir fer av bakkastokki um ólavsøkumundið. Framsýningin verður í Kommunuskúlanum í Havn og letur upp við eini kvøldsetu tann 23. juli kl. 19.00 har fyrrverandi næmingar koma at hugleiða um tíðina, tá tey gingu í skúla.


Hendan myndin er av millum- og realskúlaflokknunum í 1959. Marsjerað var gjøgnum býin og niðan á “tennisplenuna”. Tað var fimleikalærarin Martin Holm, sum skipaði fyri hesum tiltakið.


Klaverið hjá frú Holm (Kirsten Holm, kona Martin Holm) varð “bugserað” niðan á tennisplenuna og stóð í einum horni, har hon sjálv spældi til fimleikaseriuna, sum var framførd.


Tennisplenan er har, sum Svimjihøllin í Gundadali er í dag. Leggið til merkis húsini og bilarnar, tveir Morris Minor last-og vørubilar, ein Austin vørubilur og fremst er ein Ford Consul persónbilur (í tveimum litum). Húsini á høvdini, har orgulbyggjarin Verland Johansen hevði verkstað og Dramaverkstaðurin er, er einasta húsið sum er har í dag.


Jórunn eftirlýsir nakrar myndir, sum vóru sýndar fram í sýnisglugganum í handlinum hjá Andori Eirikstoft í Magnus Heinasonargøtu (har sum Manhattan er í dag). Myndirnar vóru frá hesum tiltakinum á tennisplenuni.


Annars sigur Jórunn, at henni vantar enn fleiri realskúlamyndir, serliga frá síðst í 50-unum og fyrst í 60-unum. Tíðarfreistin til at koma við myndum er sett til 10. juni, og vónar hon at fáa allar myndirnar til høldar til tað tíð.


Adressan hjá Jórunn Dánialsdóttir er Sílagøta 3, FO-100 Tórshavn. Tel. 316024 ella 226024. Myndirnar kunnu eisini latast inn ”navnmerktar” í Wrangler Shop í N. Finsensgøtu 23 (tel. 314710).