Fimleikarar á veg til NEC

Leygardagin fara føroysku mans- og kvinnulandsliðini aftur í eldin. Avbjóðingin eitur hesaferð NEC – Northern European Championship.

Føroysku mans- og kvinnulandsliðini í amboðsfimleiki liggja ikki á løtu síðuni. Í summar vóru tey á fimleikaoyggjaleikunum á Isle of Man, haðani tey komu heim aftur við fleiri heiðursmerkjum í viðførinum. Síðan hava tey vant dúgliga til tað, ið landsliðsvenjarin hjá monnunum Eyvind Akraberg Hansen nevnir størstu fimleikaligu avbjóðingina hjá føroysku amboðsfimleikarunum, nevniliga NEC, norðurevropeiska meistaraskapin í amboðsfimleiki. Landsliðsvenjari hjá kvinnunum er Sámal T. F. Johansen.

Umframt Norðurlondini verða Wales, Skotland og Írland við í kappingini. –Fimleikaliga støðið í hesi kappingini er sera høgt, og fyribils málsetningurin hjá okkum er at hava so nógvar luttakarar aftan fyri okkum, sum gjørligt, tá ið kappingin er av. Enda vit í miðjuni, eru vit sera væl nøgdir, sigur Eyvind Akraberg Hansen.

Manningin á føroyska manslandsliðinum er Gutti Harryson, Fróði Mortensen, Øssur D. Eiriksfoss, Rósing Dam og Høgni Øster, sum allir eru úr Havnar Fimleikafelag. Seinast nevndi er tann einasti, ið fyrr hevur roynt seg í júst hesi kappingini. Tær, ið manna kvinnulandsliðið, eru Elinborg T. Durhuus og Brim H. Hoydal úr Ljósinum og Kristina Toftegaard og Silja Højgaard frá Støkk.

Kvinnurnar skulu royna seg í lopi, gólvíðkan og á bitanum. Menninir fara at kappast í rekk, gólvíðkan, lopi, paralell barr og í ringunum. – Vit hava bestu vónirnar í lopi og møguliga í gólvíðkanini, siga landsliðsvenjararnir.

At menna føroyska amboðsfimleikin krevur ikki bara, at fimleikararnir eru við í altjóða kappingum, men eisini, at vit fáa altjóða dómarar í Føroyum. Kappingarnevndin hjá NEC setir sum krav, at skulu vit luttaka í altjóða kappingum, mugu vit eisini koma við altjóða dómarum, sigur Eyvind Akraberg Hansen. –Hesa ferð sleppa vit tó at vera við, hóast vit enn ikki kunnu møta teirra krøvum. Ístaðin sleppa vit at hava tveir dómaraeygleiðarar við. Hesi eru Pól Esper Hanusarson og Anni Kyster, sum bæði hava royndir sum dómarar í amboðskappingunum her heima.

Fimleikararnir fara til Danmarkar í dag, har tey fáa vant eitt sindur, áðrenn tey halda leiðina fram til Írlands í morgin. Tá fáa fimleikararnir høvi til at royna amboðini, sum tey skulu kappast á, og síðan er sjálv kappingin á skránni leygardagin. Føroyska ferðalagið kemur heim aftur sunnukvøldið.