Niðurteljingin til Oyggjaleikirnar á Bermuda er av álvara byrjað, og føroyska landsliðið í fimleiki er farið undir seinastu fyrireikingarnar.
Sum partur av fyrireikingini áðrenn Bermuda bjóðar fimleikalandsliðið til framsýning í Fimi í dag.
Tað, sum fimleikararnir fara at vísa í Fimi seint seinnapartin, eru tær ymsu seriurnar, sum tey skulu gera á sjálvum Oyggjaleikunum. Sostatt ber longu nú til at síggja støðið, sum føroysku fimleikararnir eru á, nú ein góð vika er eftir, til Oyggjaleikirnir byrja.
Framsýningin, sum byrjar klokkan 17.00, er ætlað øllum og er ókeypis.










