Fimleikajól í Løkshøll

Vikuskiftið 4. og 5. desember fer fimleikafelagið Støkk at lýsa jólini við fimleiki, rørslu, ljósi og ljóði. Allir fimleikarar frá 1. flokki og upp eftir luttaka. Tað verða sostatt fleiri enn 300 fimleikarar við í framførsluni.

Tiltakið byrjar kl. 18 við jólahugna í kantinuni, har ymiskt verður á skránni. M.a. vitjar jólamaðurin, Óvita Blues Band spælir jólasangir, Berglon selur jólaprýði, Støkk hevur jólapakkatombola og okkurt gott verður til góman.

Framførslan av Fimleikajól byrjar kl. 19 í Løkshøll og varar í umleið ein tíma. Framførslan er tann sama bæði leygardag og sunnudag.