Um fjúrtan dagar hevur Fimleikafelagið Ljósið í Havn aðalfund. Fundurin verður hildin mikudagin 19. juni klokkan 19, boðar felagið frá í kvøld.
Ljósið verður stjórnað av eini fimmmannanevnd, sum skipar seg sjálv. Í nevnd felagsins sita eru Beinta Malena Sørensen, forkvinna. Krista Nielsen, næstforkvinna. Lisa Hendriksdóttir, Eyðhild S. Dam Hansen og Marilyn Danielsen eru nevndarlimir.
Vit í Fimleikafelagnum Ljósinum hava eittans endamál og tað er at íðka fimleik. Vit elska fimleik, og meta tað vera eina sera góða íløgu í heilsuna hjá børnum og vaksnum at íðka fimleik. Eisini vita vit, at vit eru øll ymisk, bæði tá tað kemur til áhuga, tíð og til førleikar, og tí hava vit eina ørgrynnu av ymiskum tilboðum til tey, ið hava hug til at íðka fimleik, skrivar Ljósið á heimasíðuni.
Til børnini hevur Ljósið bæði amboðsfimleik og rútmiskan fimleik og hetta kann so aftur deilast upp í kappingarfimleik og breiddarfimleik. Til vaksin hava tey bæði motiónsfimleik morgun og kvøld, umframt at vit hava styttri skeið innan alt møguligt, ið stingur seg upp, so sum zumba, fitt ball og effekt.
Eisini tey, ið hava skerdar førleikar hava pláss hjá okkum. Loppurnar er eitt lið fyri ung við menningartarni, sum vit hava havt í felagnum í fleiri ár, og sum í ár venur í FIMI saman við einum øðrum liði, sigur Fimleikafelagið Ljósið, sum hevur 35 ár á baki Lydia Arge av álvara byrjaði at venja fimleik við havnafólki.










