Uppskotini eru áhugaverd og summi ordiliga vøkur. Eg kann ímynda mær, at tað hevur ikki verið lætt at velja.
Við uppskotinum hjá Ole Wich er ein stak áhugaverd greining av ítróttarøkinum í Gundadali, sum hann sigur er eyðkent av visuellum óljóðið. Tað er vakurt sagt um hetta eftir mínum tykki mishátta øki, sum Gundadalur er vorðið. Niðurstøða hansara er, at alt hetta krevur eina standmynd, sum larmar meira enn tað, sum longu er har – gras- og graslíkivøllir, áskoðarapláss í ymsum klubba-, felags-, banka-, sparikassa- og tryggingarfelagslitum, sum als ikki skapa eina nakað sum kemur í námind av listfrøðiligari heild. Tvørturímóti. Ole Wich-sa uppskot er tí eitt, sum larmar visuelt. Tað líkist hesum smábarnaleikunum, sum eru úr litføgrum stálbogum við onkrum uppiá, sum børnini kunnu flyta eftir bogunum.
Hini uppskotini hava ikki greiningar av økinum við, men listafólkini hava kanska eisini hugsað um hetta við visuella ganginum, tí tey flestu royna at gera okkurt, sum røkkur langt upp í loft ella í aðrar mátar fyllir upp. Tróndur Patursson hevur gjørt eitt glastorn við eyðkendum Tróndar-glasmálaríi. Tað uppskotið minnir nakað nógv, haldi eg, um trapputornini, og kappingin millum tey og glastornið hjá Tróndi, hevði ørkymlað meira enn tað hevði virka væl. Jóna Rasmussen, Finnleif Mortensen og Eyðun Dal-Christiansen, Heðin Ferjá Heldarskarð, Jógvan Horn hava myndað nakað, sum sipar til fimleik – vimplar, stíliseraðar menniskjaskap og annað. Brandur Patursson hevur gjørt eina veru við óvanliga longum limum, sum strekkja seg fram við jørðini – ikki so galið, men eitt sindur navnleys. Eitt hugtakandi uppskot haldi eg er tað hjá Magnusi Petersen og grótvirkinum í Skopun – ein basaltkúla, sum flýtur! Bara haldi eg at formurin ella ílatið, sum kúlan skal flóta í, er klombrut og dregur kúluna niður. Hon sipar ikki beinleiðis til ítrótt, men tað er heldur ikki neyðugt vildi eg hildið. Eli Smith og Jákup Eli á Lava hava gjørt eitt uppskot við trimum risasiluettum í stáli, og uppskotið hjá Gianfranco Nonne, italska vágbinginum, er einir grønir gangandi føtur – ikki óeffið og nakað áhugaverdari enn kvinnan, sum vaskar fisk við Skeiva pakkhús.
Nógv umrødda uppskotið hjá Bjørn Nørgaard sær áhugavert út. Men. Hann hevur ikki nógv skil fyri tilfari, tá ið hann skrivar, at tær báðar súlurnar, sum eru høvuðspartarnir í standmyndini, skulu setast saman av 18 granitfláum í ymsum litum – ein flá úr hvørjari oyggj. Í Føroyum. Granitt? Harafturat er tað merkisvert, at Bjørn Nørgaard, sum er kongiligur hovgobelinskapari, har allir møguligir landspartar í ríkinum eru avmyndaðir uttan Føroyar, at hann myndar føroysku konuna við tjaldurshøvdi og føroyska mannin við veðrahøvdi. Tað speisemið dugir Edward Fuglø nógv betur, og hjá honum rakar tað, har tað skal. Men kgl. hovlistamaðurin Bjørn Nørgaard háðar føroyingar, tá hann lýsir teir sum menniskjaligar verur, sum hava veðra- ella tjaldurshøvd. Við øðrum orðum føroyingar ella í minsta lagi ítróttarfólk hava seyða- og fuglaheilar – ella okkurt tann vegin. Eg skilji inniliga væl, at hetta verkið var sáldað frá – so kann Bjørn Nørgaard vera so altjóða viðurkendur sum vera vil. Tað er ikki eitt argument fyri at velja hansara uppskot, tá eitt so einfalt sum kunnleikin um tilfarið er avmarkaður.
Guðrið Poulsen hevur gjørt eitt uppskot, sum eitur Himmalspegilin, og tað er beint mótsett tí hjá Ole Wich. Hennara larmar ikki, tað er friðarligt, heldur seg niðri á jørðini, men sendir ljós upp í loft og liggur í túninum. Hon ger av við beton- og asfaltyvirflatarnar í økinum, brýtur flottu, men strongu arkitektformarnar í trapputornunum við handgjørdum flísum. Hon ger benkur, sum eru lagdir við flísum, og sum eisini fara at hava henda handgjørda dámin. Sum heildin er lýst minnir hon um hugskotið í bonkunum hjá Antonio Gaudi á terassuni í Güel-parkini í Barcelona. Men Guðrið er, tíbetur eftir mínum tykki, ikki so sleingjandi dekorativ sum hann. Hennara snið eru strammari, greiðari og er ikki ovbyrjað. Guðrið Poulsen hevur gjørt eitt intelligent uppskot til standmynd uttan fyri Fimi. Tað fer at bjóða fólki av, sum hava ørindi í Fimi ella bara ganga um plássið. Vónandi fer tað at gera vart við seg í visuella ganginum í Gundadali.
PS: Tað kundi verið nógv betur skilað til framsýningina á staðnum – plakat í durin og okkurt sum vísti oman gjøgnum trappurnar, á røttu hurðina o.s.fr.