Heimskendi og spildurnýggi filmurin um amerikonsku fangaleguna á Cuba gongur sum eldur kring allan heim. Nú verður so eisini høvi hjá føroyingum at síggja hann. Í sambandi við filmin verður eisini stutt framløga, har umboð fyri Amnesty fara at greiða frá. Sí annars samrøðu við skrivaran í Amnesty, Margrethu Nónklett í Vikuskiftinum í dag.