Filmurin um Ruth Smith frumsýndur

Í dag var frumsýning av filminum Søgan um Ruth.

Í dag var frumsýning av filminum Søgan um Ruth. Fumsýningin var í Miðlatúni í Vági, heimbygdini hjá høvuðspersóninum, Ruth Smith.

 

 

Tað er Árni Nicolajsen, ið hevur verið filmstjóri og hevur staðið fyri filmsverkætlanini.

 

 

Innan frumsýningina í dag beyð Dennis Holm, borgarstjóri, vælkomin og Ásgerð Stenberg, nevndarforkvinna í Ruth Smith Savninum segði nøkur um um verkætlanina, sum hon fegnaðist um.

 

 

Talan er um sonevndan heimildarfilm, har søgan um listakvinnuna verður søgd, og at undirbyggja frásøgnina verða ymiskar hendingar settar á filmspall og spældar.

 

 

Ruth Smith fór úr Vági til Keypmannahavnar, har hon ætlandi skuldi læra til sjúkrasystir, men fólk eggjaðu henni at fara á listaskúla og á Kunstakademiið. Hon hittir mann sín, Poul Morell Nielsen, sum undir 2. Heimsbardaga starvast fyri eitt verkfrøðingafelag, ið hjálpir týskarum at fjala sínar krígsbunkarar, men hann sendir avrit av sínum tekningum til mótstøðurørsluna, sum sendir víðari til London. Tí hevði hann navnið skjaldbøku njósnarin - hann hevði altíð lítla tekning av pípuroykjandi skjaldbøku við á sínum tekningum. Eftir kríggið flyta tey til Føroya, til Vágs.

 

 

Ivasamt er hvussu vágbingar hildu um Morell. Ruth royndi at taka sær av mammu síni, sum tó at enda gerst ein byrða, tá hon flytir inn til Ruth og Poul, men gerst alsamt meira sálarjúk.

 

 

Ein morgun í 1958 er Ruth ikki í songini, tá Poul vaknar. Hon er gingin oman til sjógvin, var ikki óvon við at svimja , og varð funnin lívleys í mølini, bert 45 ára gomul.

 

 

Í einum eftirmæli í norðurlendskum miðli varð hon nevnd at vera millum fremstu koloristar í Norðurlondum. Í føroyskari málningalist verður hon av mongum mett at standa í fremstu røð.

 

 

Filmurin Søgan um Ruth verður vístur í Vági og fer síðani á ferð kring landið.