Filmur um Tórodd Poulsen í Føroyahúsinum

Nýggi filmurin »Ein regla um dagin má vera nokk!« hjá Katrini Ottarsdóttir, verður sýndur í Føroyahúsinum í kvøld klokkan átta Tað verður um slakar tveir tímar, at filmurin, ið hevur fingið góð ummæli í bæði donsku og heimligu fjølmiðlunum, verður vístur.

 

?Eg havi ongantíð verið serliga prátingarsamur,? sigur Tóroddur einastaðni í filminum, men tað hevur kortini eydnast Katrini Ottarsdóttur at gloppa onkrar lúkur og at fáa mannin at tosa um tað, sum hann annars ikki tímir at tosa um: seg sjálvan og sína list. Eisini viðger hann eitt nú gud, lívið og deyðan. Umframt hetta er filmurin á tremur við yrkingum, myndlist og tónleiki hjá Tóroddi.

 

Filmurin hevur fingið 4 av 6 stjørnum frá Ebbe Iversen í Berlingske Tidende og frá Kim Simonsen í Sosialinum.

 

Filmsýningin byrjar klokkan 20.00 danska tíð, hann er ein tíma langur og atgongumerki kunnu bíleggjast í Føroyahúsinum á tlf. 3323 15 87.