Filmur um lívið hjá falki

Í morgin sýnir Norðurlandahúsið íslendska filmin »Í ríki fálkans«

 

Filmurin »Í ríki fálkans« gevur okkum innlit í lívið hjá falki, samlívið hjá falki og rýpu í náttúruni og rannsóknir Ólafs K. Nielsens av hesum fuglum. Vit fylgja við tveimum falkapørum á Norðurlandinum, lívsbardaga teirra og hvussu tað eydnast teimum at ala ungar sínar. Ólafur kannar rýpur víða um landið m. a. í Hrísey, har rýpur vera merktar um heystið á hvørjum ári.

 

Magnús Magnússon hevur tikið upp, tað mesta seinastu sjey árini, men í filminum eru eisini eldri upptökur, tann elsta tikin fyri sløkum tríati árum síðan.

 

Tónleikurin er eftir Tryggva M. Baldvinsson, og Matthías Hemstock, Óskar Guðjónsson og Ómar Guðjónsson hava spælt hann inn.

 

Tekstur: Helgi H. Jónsson og Ólafur K. Nielsen.

 

Týðing: Þóra Þóroddsdóttir

 

Frásögufólk umframt Ólaf K. Nielsen er Oddný Helgadóttir.

 

Stjórn: Magnús Magnússon og Karl Sigtryggsson.

 

Framleiðari: Emmsonfilms

 

Filmurin verður vístur í Norðurlandahúsinum týsdagin 12. mai. Magnús Magnússon, filmsleikstjóri, verður hjástaddur. Sí annars heimasíðu Norðurlandahúsins: www.nlh.fo