Filmur og bøkur um Palin lítlan áhuga

Fyri aðru ferð í ár er ein filmur um fyrrverandi amerikanska republikanska varaforsetaevnið Sarah Palin í teimum amerikonsku biografunum, men áhuigin millum fólk er lítil.

Heldur ikki tann fyrri filmurin, sum kom fyrr í ár, fekk stórvegis undirtøku, og hesaferð er uppaftur verri. Sambært amerikonskum fjølmiðlum hava minni enn 40 fólk verið í hvørjum biografi og hugt eftir filminum.

Tey, sum ikki tíma í biografin at hyggja at filmi um Sarah Palin, kunnu fara í bókhandilin at keypa eina bók um hana, tí har eru ikki minni enn tvær at velja ímillum. Aðra hevur tíðindamaðurin Joe McGinnis skrivað, og hina hevur Levi Johnston, fyrrverandi unnusti hjá dóttir Sarah Palin, skrivað. Men hóast báðar hava fingið nógva umrøðu, eru tað bara fá, sum keypa tær, skrivar AFP.