Filmsfelagið sýnir mæst sædda film í donskum biografum beint nú

Sjey vinfólk møtast til ein framúr góðan bita í hugnaligu summarhúsunum. Meðan tey enn sita til borðs, semjast tey til stuttleika um eitt spæl, har øll skulu leggja á borðið alt tað, sum er í telefonunum.

Íslendski leikstjórin Dagur Kári, sum er føddur í París í 1973, hevur fyrr gjørt filmarnar ”Nói Albinói” (2003) og ”Virgin Mountain” (2015), sum Filmsfelagið í báðum førum hevur víst.

 

Nýggjasti filmurin er um tað danskasta av øllum donskum, hugna, ella hygge, sum er heitið. Og filmurin ”Hygge!” er mest sæddi í donskum biografum beint nú, framman fyri ”Bastarden”, sum Filmsfelagið sýndi í farnu viku.

 

Tað er mikudagin 15. novembur kl 20:00 at Filmsfeagið sýnir ”Hygge!”.

 

Sjey vinfólk møtast til ein framúr góðan bita í hugnaligu summarhúsunum. Meðan tey enn sita til borðs, semjast tey til stuttleika um eitt spæl, har øll skulu leggja á borðið alt tað, sum er í telefonunum. Loynidómarnir hópa seg upp á rokaða døgurðaborðinum, og skjótt hótta teir tað týdningarmesta av øllum - hugnan. Sum kvøldið líður, tykist glansbílætið hjá teim flestu at skrædna. Kortini royna vinfólkini so leingi til ber at tvíhalda um hugnan og góða lagið í summarhúsunum, har tey sjey eru savnað.

 

Millum tey leikandi eru Sofie Torp, Joachim Fjeldstrup, Jesper Groth og Nicolai Jørgensen.

 

Filmsfelagið 15/11 kl 20:00 Hygge (Dagur Kári, Danmark 2023 100 min).

 

##med2##

 

##med3##