Seinastu árini hevur Filmsfelagið víst film hvørt mikukvøld. Tað heldur fram við almennum sýningum í Havnar Bio í ár
Við yvirskipaða endamálinum at síggja film í felag, fara úrvaldu filmarnir hetta til jóla at lýsa avbjóðingar hjá námsfrøðingum í Týsklandi, Dreyfusgøluna sum Polanski sær hana beint nú, poetiska heimildarfilmin hjá 26 ára gomlu mammuni Waad al-Kateab í Aleppo í Sýria "Til Sama", klassikaran hjá Siegfried Lenz "Deutschstunde" í nýggjum optikki, rættarmálið um Fabrizio Collini við naziklangbotni, har Franco Nero trúnar fram, Golden Globe vinnaran hjá Lulu Wang um kinverska húskið í "The Farewell”, sjálvævisøguliga filmin um walisiska reportaran Gareth Jones, sum í 1933 sleppur at intervjúva Adolf Hitler og ætlar at halda fram við Stalin, amerikanska coming-of-age-filmin "Babyteeth", ið er um deyðasjúka tannáringin Millu, skakandi svørt-hvítu holocaust søguna "The Painted Bird", heita brasilska systurfilmin "A Vida Invisível de Eurídice Gusmão" og at enda íslendska jólafilmin "Bergmál" hjá Rúnari Rúnarsson.
Ikki er neyðugt at tekna limaskap at síggja úrvaldu arthouse filmarnar í Filmsfelagnum.
Filmsfelagið er elsta felag í landinum, ið hevur filmsýningar sum áhugamál og virksemi. Umframt Havnar Bio samstarvar Filmsfelagið við filmsframleiðarar kring landið og øll tey, ið fáast við film.
Alt um filmarnar er at finna á Facebookprofilinum hjá Filmsfelagnum. Atgongumerki fáast við skivuna í Havnar Bio og á netinum bio.fo/filmsfelagið. Tað eru Birgir Kruse, Ole Wich og Rannvá Jónsdóttir, sum mynda Filmsfelagið og skipa skránna saman við Jákup Eli Jacobsen, leiðara í Havnar Bio.