Seinasta vetrarhálva eydnaðist so væl hjá filmsfelagnum Klipp, at tey aftur í vetur fara at sýna sjey filmar, sum ikki vera at síggja í biografinum.
Skráin er løgd, og fyrsti filmurin verður ?Við orku og frægd?, sum er gjørdur í Noregi í ár. Hesin filmurin er ein tann best umtókti filmurin í Noregi í nógv ár, og nógvir føroyingar kenna seg óivað aftur í hesum filminum.
Hann fer fram í einum lítlum fiskivinnubýi har norðuri í landinum. Hetta er ein lýsing av nærsamfelagnum og av teimum einstøku mannalagnunum har.
Annars eru tilsaman sjey filmar á skránni, sum verða sýndir við umleið einum mánaða millumbili. Annar áhugaverdur filmur er tann iranski filmurin Sirkulin, sum lýsir lívið hjá átta iranskum kvinnum í dag. Filmurin hevur ongantíð verið vístur í Iran.
Tveir av teimum sjey filmunum eru ikki norðurlendskir, og hin er amerikanski filmurin um kenda listamannina Jackson Pollock. Ed Harrid hevur leikstjórnað filminum.
Eisini verður ein føroyskur og ein grønlendskur filmur vístur hjá Klipp.
Eins og undanfarna vetur ber til at keypa atgongumerki til einstøku filmarnar, men tað frægasta er kanska at ogna sær atgongumerki til allar filmarnar í senn.