Filmseftirlitið yvirlivir kanska

Mentanarnevndin hjá løgtinginum tekur ikki undir við at strika játtanina til Filmseftirlitið á fíggjarlógini fyri 2004. Tað gongur fram av hennara ummæli av fíggjarlógini

Peningur eigur at vera settur á komandi fíggjarlóg til Filmseftirlit. Tað sigur Mentanarnevndin.

? Nevndin er av teirri áskoðan, at á komandi fíggjarlóg eigur peningur at verða settur av undir teirri fortreyt, at lóggávan, sum er galdandi í dag, eisini er í gildi komandi ár. Hetta merkir, at játtan eigur eitt nú at verða sett av til filmseftirlit og lærlingastuðul soleiðis, sum galdandi lóggáva krevur. Verður lóggávan broytt í komandi fíggjarári, so eiga fíggjarligu avleiðingarnar av hesum at verða tiknar við í einum eykajáttanarlógaruppskoti, sigur ein samd Mentanarnevnd.

Hon ger eisini vart við, at í mun til, hvussu stór upphæddin er á fíggjarlógini til Fólkaskúlan, so er hon ov lítið útgreinað, og nevndin ætlar sær at biða fíggjarnevndina um at útvega sær eina slíka útgreining.

Andstøðuumboðini í nevndini vísa eisini á, at játtanin til Fólkaskúlan onga hóming gevur av, hvørja ávirkan skipanin við ársverkum fer at hava á játtanina. Minnilutin harmast eisini um, at stuðulin til skúlabarnaflutning verður tikin av, tí tað fer serliga at raka smærri kommunurnar við veikum skattagrundarlagi.

Andstøðuumboðini í nevndini átala eisini, at ætlanin er at lækka stuðulin til lærupláss við 25 prosentum.