Hóast kendir sjónleikarar spæla við, tíma amerikanarar ikki at hyggja eftir filmum sum Lions For Lambs, In The Valley of Elah og Redacted, sum allir snúgva seg um kríggið í Irak. Hóast talan skuldi verið um aktuellar filmar, so tíma amerikumenn heilt einfalt ikki at síggja ella hoyra meira um kríggið í Irak, skrivar blaðið San Francisco Chronicle. Farna vikuskiftið vóru so fá fólk í biograf í USA, at líknandi tøl hava ikki verið at sæð síðani 1993.