Til í dag hevur tað sæð ótrúliga spennandi út við javnleikum og teprum sigrum í Burn mansdeildini, men seinnapartin í dag var søgan ein onnur.
Í Vestmanna vann VÍF ein knúsandi 33-15 stórsigur á Kyndli. Í fyrra hálvleiki var tepurt við málum. Í steðginum var VÍF á odda 9-6.
Filip Jojic skoraði við 15 málum líka nógv mál sum alt Kyndils-liðið tilsamans.
Á Skála gingu ungi Jóhannes Bjørgvin og veteranurin Tróndur J. Kragesteen undan við níggju og átta málum, tá Neistin vann ein greiðan 35-27 sigur á StÍF. Í steðginum vóru neistamenn á odda 16-13.
VÍF-Kyndil 33-15 (9-6)
Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 15, Hallur Arason 7, Hanus Christophersen 3, Alexander Lacok 2, Johan í Garðastovu 2, Teitur R. Nielsen 1, Eyði Bjargarson 1, Óla Jákup Olsen 1, Magnus Müller 1.
Málskjúttar Kyndil: Claus Lindkvist 3, Jákup Jørgensen 3, Borgar Sveinsson 2, Anders Risdal 2, Kristoffur Bjørgvin 2, Andrias Bárðarson 1, Tróndur Wardum 1, Tummas J. Sørensen 1.
StÍF-Neistin 27-35 (13-16)
Málskjúttar StÍF: Ivan Mrdalo 6, Pætur Johansen 5, Jóannes Prestá 4, Bjarni í Selvindi 3, Martin Danielsen 3, Pætur Barclay 3, Steinar Prestá 2, Bjartur Már Guðmundsson 1.
Málskjúttar Neistin: Jóhannes Bjørgvin 9, Tróndur J. Kragesteen 8, Isak Vedelsbø 4, Rasmus Søby 4, Hanus Arason 3, Johannes Kragesteen 2, Karl Martin Olsen 2, Ágúst Ingi Óskarsson 2, Madan Abramovic 1.
| Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|
| TEAM KLAKSVÍK | 3 | 85 | 83 | 2 | 5 |
| KÍF | 2 | 54 | 49 | 5 | 3 |
| STÍF | 3 | 84 | 90 | -6 | 3 |
| VÍF | 3 | 88 | 77 | 11 | 2 |
| NEISTIN | 2 | 66 | 59 | 7 | 2 |
| H71 | 2 | 58 | 55 | 3 | 2 |
| KYNDIL | 3 | 66 | 88 | -22 | 1 |











